top of page

Vitan til varandi aling - VTVA 2025

frí. 31. okt.

|

Tórshavn

Vísindaliga ráðstevnan 'Vitan til varandi aling - VTVA 2025' verður á Hotel Hilton Garden Inn í Tórshavn. Tað er Firum, sum skipar fyri tiltakinum, hvørs endamál er at viðgera og leggja fram nýggjastu gransking, sum hevur týdning fyri alivinnuna.

Tiltakið er fullsett. Skriva til michael@firum.fo ella ring til 503236 og kanna tínar møguleikar.
Víðari
Vitan til varandi aling - VTVA 2025
Vitan til varandi aling - VTVA 2025

Tíð og stað

31. okt. 2025, 09:00 – 16:00

Tórshavn, 13 Staravegur, Tórshavn, Føroyar

Um ráðstevnuna

Vitan til varandi aling - VTVA 2025


Tað er Firum, sum skipar fyri tiltakinum, hvørs endamál er at viðgera og leggja fram nýggjastu gransking, sum hevur týdning fyri alivinnuna.

Ráðstevnan vendir sær serliga til granskarar og fakfólk úr vinnuni, frá almenna myndugleikanum og frá granskingarumhvørvinum sum heild.

Hetta er fjórða ráðstevnan av sínum slag, ið Firum fyriskipar. Fyrrverandi ráðstevnur hava verið væleydnaðar og afturboðanir vóru um, at tørvur er á fleiri vísindaligum ráðstevnum í Føroyum, so granskarar kunnu hittast oftari, samstarva tvørtur um fakmørk og leggja fram nýggjastu granskingarúrslit.


Sí meira um ráðstevnuna, á heimasíðuni hjá Firum, trýst her


---------------------------------------------------------------------


Tilmelding til VTVA 2025

*. Ráðstevnuskráin verður kunngjørd seinni.

Íroknað er lættur morgunmatur, døgurði á middegi, ymiskt leskiligt, meðan ráðstevnan fer fram og okkurt lætt tá ráðstevnan er av.

  • Rokning verður send til eina t-post addressu, ið tú upplýsir okkum á tilmeldingarsíðuni.

  • Freistin at melda seg til 'VTVA 2025' er mánadagin 27. oktober 2025.

  • Tilmeldingin fer fram á sergjørdari tilmeldingar heimasíðu.

 

Kostnaður: 

  • Serprísur á 1,950,- kr. u/mvg til tey sum melda seg til ráðstevnuna áðrenn 10. oktober 2025

  • Eftir 11. oktober 2025 er kostnaðurin 2,550,- kr. u/mvg

 

Lesandi:

Lesandi á hægri lærustovnum, luttaka ókeypis, tó er avmarkað nøgd.

Um tú ert lesandi á hægri lærustovni, má tín luttøka váttast av Firum.

Send t-post til michael@firum.fo og kanna tínar møguleikar.








Spurningar

Eru spurningar ella ivamál um evnið ella ráðstevnuna, vinarliga set teg í samband við Ólav í Geil, ráðstevnu samskipara, á tlf. 289796 ella á t-post olavurg@firum.fo



Verið vælkomin

Google Maps were blocked due to your Analytics and functional cookie settings.

Deil á sosialum miðlum

bottom of page