FISKIVINNUROYNDIR 2026 - Framløgudagurin
mán. 18. mai
|Hotel Hilton
Aftur í ár verður skipað fyri framløgudegnum. Á framløgudegnum leggja verkætlanumsitarar og -leiðarar fram og greiða frá, hvat er komið burturúr hesum verkætlanum. > Avmarkað pláss er til ráðstevnuna > Luttøkan er ókeypis


Tíð og stað
18. mai 2026, 12:00 – 17:00 GMT+1
Hotel Hilton, 13 Staravegur, Tórshavn 100, Faroe Islands
Um ráðstevnuna
FISKIVINNUROYNDIR 2026 - Framløgudagurin
Sí ráðstevnu skránna niðanfyri
Framløgudagur um Fiskivinnuroyndir
Aftur í ár verður skipað fyri framløgudegi um Fiskivinnuroyndir, har greitt verður frá verkætlanum, og hvat er komið burturúr.
Framløgudagurin verður á Hotel Hilton, mánadagin 18. mai 2026, og byrjar kl. 12.00 við miðmála.
Kl. 13.05 fer Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður, at seta framløgudagin.
Síðani verður stutt greitt frá Fiskivinnuroyndum, og restina av degnum vera styttri framløgur, sum hava sítt støði í verkætlanum, sum Fiskivinnuroyndir hava stuðlað.
Tiltakið er ókeypis, men neyðugt er at melda til (ábit og kaffi), so vit frammanundan vita, hvussu nógv koma. Plássið er avmarkað, í mesta lagi 100 fólk kunnu luttaka.
Boðast skal frá luttøku í seinasta lagi fríggjadagin, 15. mai klokkan 10:00 við at trýsta á hetta leinkið: Her sæst eisini skráin fyri dagin.
Eru spurningar viðvíkjandi luttøkuni, ber til at seta seg í samband við fyriskiparan av tiltakinum:
- Advent Management, Ólavur í Geil, á tlf. 28 97 96, ella á telduposti advent@advent.fo
Við fyrivarni fyri onkrari broyting er hetta skráin

