top of page

Fiskivinnustevnan 2022

mán. 31. jan.

|

Hotel Føroyar

“Framtíðar føroysk fiskivinna: Møguleikar og avbjóðingar” Endamálið við Fiskivinnustevnuni 2022 er at savna eitt breitt umboð frá vinnuni, fakliga umhvørvinum, umframt politisku skipanina, til at samskifta um framtíðar føroysku fiskivinnuna.

Tilmelding liðug / fullsett
Ring 28 97 96 og frætt meira
Fiskivinnustevnan 2022
Fiskivinnustevnan 2022

Tíð og staðseting

31. jan. 2022, 09:00 – 16:00

Hotel Føroyar, 45 Oyggjarvegur, Tórshavn 100, Faroe Islands

Um tiltakið

Fiskivinnustevnan 2022

Havstovan hevur tikið stig til at skipa fyri ráðstevnu tann 31. januar 2022 á Hotel Føroyum, Tórshavn.

“Framtíðar føroysk fiskivinna: Møguleikar og avbjóðingar” er evnið, sum verður lýst og greinað frá vinnuligum og fakligum vinklum. Sjóneykan verður sett á fiskidagarnar eftir botnfiski, og um hvussu treytirnar í føroysku fiskivinnuni eru broyttar seinastu árini.

Millum annað fer Jan Arge Jacobsen á Havstovuni at greiða frá um støðuna, útlitini og umsitingina av sild, makreli og svartkjafti. Eisini kemur Durita í Grótnum at greiða frá góðkenningum av toski, hýsu, upsa longu og brosmu undir Føroyum. 

Endamálið við Fiskivinnustevnuni 2022 er at savna eitt breitt umboð frá vinnuni, fakliga umhvørvið umframt politisku skipanina, til at samskifta um framtíðar føroysku fiskivinnuna.

Eisini verður spurningurin um heimsmálini hjá ST viðgjørdur, hvussu hesi ávirka okkara fiskiskap, soleiðis at hann kann gerast meira burðardyggur.

Eru spurningar viðvíkjandi ráðstevnuni, ber til at seta seg í samband við samskiparan av tiltakinum:

- Havstovan, Eilif Gaard, stjóri á Havstovuni, á tlf. 22 15 11

- Advent Management, Ólavur í Geil, fyriskipari, á tlf. 28 97 96

Deil tiltak á sosialum miðlum

bottom of page