Lat abstrakt inn til ráðstevnuna
Vitan til varandi aling
VTVA 2025

Abstrakt til 'Vitan til varandi aling'
Lat inn abstrakt til ráðstevnuna 'Vitan til varandi aling' VTVA 2025, sum verður tann 31. oktober á Hotel Hilton Garden Inn í Tórshavn.
Nú er møguligt at lata abstrakt inn og møguleikin stendur við til 29. september 2025.
Fyll út teigarnar niðast á síðuni.
Vegleiðing til abstrakt:
-
Evni á framløguni.
-
Høvundur. Fyrsta navnið er framleggjarin.
-
Í mesta lagi 400 orð tilsamans, á einari síðu.
-
Send abstrakt inn sum word ella pdf fíla.
Samandrátturin verður síðani mettur av skikkaðum granskarum og so verður mett um pláss verður fyri framløguni á ráðstevnuni. Væntast kann at umsøkjarin fær svar innan 2 vikur.
Spurningar
Eru spurningar ella ivamál um evnið ella ráðstevnuna, vinarliga set teg í
samband við Ólav í Geil, ráðstevnu samskipara á telefon 28 97 96 ella við t-post á olavurg@firum.fo ella info@firum.fo
