top of page

Abstrakt til 'Vitan til varandi aling'

Lat inn abstrakt til ráðstevnuna 'Vitan til varandi aling - VTVA 2024, sum verður tann

8. november 2024 á Hotel Hilton Garden Inn í Tórshavn.

Nú er møguligt at lata abstrakt inn og møguleikin stendur við til 29. september 2024.

Fyll út teigarnar niðanfyri. Abstrakt skal í mesta lagi verða 400 orð!

Vegleiðing til abstrakt:

  • Evni.

  • Høvundur - Fyrsta navnið er framleggjarin.

  • Í mesta lagi - 400 orð tilsamans, á einari síðu.

  • Send abstrakt inn sum word fíla.

Samandrátturin verður síðani mettur av skikkaðum granskarum og so verður mett um pláss verður fyri framløguni á ráðstevnuni.  Væntast kann at umsøkjarin fær svar innan 2 vikur.


Yvirskipaðu evnini fyri ráðstevnuna verða í breiðum høpi, tó ikki avmarkaðir til, innan hesar karmar:

Tøkni

Tann menningin og teir møguleikar, sum tøknin hevur givið,  hevur havt avgerandi týdning fyri vøksturin av alivinnuni seinastu árini. Menningin av tøkni hevur eitt nú givið vinnuni nýggjar møguleikar at framleiða stór smolt, eins og tøknin hevur verið grundarlag undir nýggjum alimøguleikum á sjónum. Eisini er tøknin grundarlag undir nýggjum alivinnum.

Umhvørvi og vælferð

Umhvørvi og vælferð, eru sentralir tættir í alivinnuni, og fevna hesi evni bæði um at lýsa vistskipana, sum alingin er í, árin frá alivirkseminum á vistskipanina og hvussu umhvørvi ávirkar alivinnuna og fiskavælferðina. At at tryggja vælferðina hjá aliverum er grundleggjandi fyri burðardygd og skynsama matvøruframleiðslu. Harafturat eru broytingar í veðurlagnum nakað sum kann fáa ávirkan á alivinnuna og framtíðar møguleikar.

 

Búskapur og samfelag

Hvønn týdning hevur alivinnan á búskap og samfelag, og ber til at tengja búskaparligar avleiðingar at umhvørvisligum viðurskiftum og náttúruni? Og hvussu við marknaðarkrøvum og hvørji krøv verða sett alivinnuni um burðardygd? Hetta er evnir, ið kundu verið áhugaverd at hoyrt meiri um.

 

Annað

Her kann hugsandi verða evni, ið er knýtt at fiskavælferð e.l.

 

Spurningar

Eru spurningar ella ivamál um evnið ella ráðstevnuna, vinarliga set teg í samband við Ólav í Geil, ráðstevnu samskipara á telefon 28 97 96 ella við t-post á olavurg@firum.fo

Firum. Ráðstevna. Vitan til varandi aling.png
Firum logo hvítt.png

Lat abstrakt inn til ráðstevnuna 8. november 2024

Telefon nummar

+298 47 47 47

T-post

Sosialir miðlar hjá Firum

  • Facebook
  • LinkedIn
  • Instagram
  • X
Ynskiligt er at mín framløga verður
Fíla
bottom of page