Nær koma tiltøkini í gongd aftur?
Jákup Justinussen hevði eitt væleydna webinar, sum Hugskotið skipaði fyri um sølu og markanðarføring á netinum, í farnu viku. Tiltakið savnaði gott og væl 200 fólk.
Eisini Hanus Samró og felag hansara FISH FACTS hava eina sølumessu á netinum í juni.
Tiltøk eru flutt á netið. Konsertir og onnur tiltøk eru eisini í rúgvutali flutt á netið. Hetta vísir kreativitet og tøknilig framskritt, sum fer at halda áfram eftir korona. Men hvat blívur av við ”vanligum” tiltøkum.
Ein rúgva av tiltøkum eru antin avlýst ella blivin útsett vegna korona. Hetta hevur beinleiðis ávirkað allar veitarar, sum eru tengdir at tiltøkum. Alt frá ferðaskrivstovum, matveitarum, ferðavinnuveitarum og prent og samskiftisfyritøkum.
Nær sleppa vit at uppliva tiltøk andlit til andlit aftur?
Sjálvandi kann eingin siga við vissu, nær gerandisdagurin kemur aftur, men vit øll vóna, at tað verður skjótt.
Summar røddir vilja verða við, at tiltøk hava eina brætta niðanbrekku, og møguliga er tíðin hjá tiltøkum farin í grøvina. Hetta loyvi eg mær at ivast í, hóast smeiturin er harður.
Onnur eru meira bjartskygd og eg helli meg til hesar greiningar um nær eventvinnan kemur í gongd aftur. Julius Solaris á EventManagerBlog vil verða við, at korona hevur elvt til eitt so stórt vakum, at fólk fara í framtíðini at ganga til konsertir, messur, ráðstevnur og onnur tiltøk sum ongantíð fyrr – revenge attendance. Sjálvandi treyta at ferðing verður ”vanlig” aftur, og at heilsutilráðingarnar verða munandi linari.
Julius Solaris vil verða við, at tiðarlinjan sær soleiðis út:
Nú landið er við at lata uppaftur, tori eg tó at siga, at útlitini hjá tiltøkum , við útlendskari luttøku er lítil – beint nú. Tiltøk við útlendskari luttøku meti eg, fer at koma í gongd aftur á vári í 2021. Men vónandi fari eg skeivur, og at tað heldur verður fyrr.
Nær koma so tiltøk, sum vit kenna tað, í gongd aftur? Eg haldi, at greiningin hjá Solaris er eftirfarandi, men í føroyskum høpi, meti eg eina varliga byrjan í heyst, og hon fer at halda fram stutt inn í 2021, og men so kemur verulig gongd á tíðliga í vár.
Løgmaður hevur tíðindafund í morgin (14.maj), har økta upplatingin verður útgreiðna nærri, og sannlíkt verður kunnað um hvørji stig verða tikin í samband við at bjarga ferðavinnuni í ár, og tískil eisini í ein stóran mun eventvinnuni.
Ólavur í Geil, event manager og stjóri í Advent
Tórshavn 13. Mai 2020
Comments