Vitan til varandi aling - VTVA 2025
frí. 31. okt.
|Tórshavn
Vísindaliga ráðstevnan 'Vitan til varandi aling - VTVA 2025' verður á Hotel Hilton Garden Inn í Tórshavn. Tað er Firum, sum skipar fyri tiltakinum, hvørs endamál er at viðgera og leggja fram nýggjastu gransking, sum hevur týdning fyri alivinnuna.


Tíð og stað
31. okt. 2025, 09:00 – 16:00
Tórshavn, 13 Staravegur, Tórshavn, Føroyar
Um ráðstevnuna
Vitan til varandi aling - VTVA 2025
Tað er Firum, sum skipar fyri tiltakinum, hvørs endamál er at viðgera og leggja fram nýggjastu gransking, sum hevur týdning fyri alivinnuna.
Ráðstevnan vendir sær serliga til granskarar og fakfólk úr vinnuni, frá almenna myndugleikanum og frá granskingarumhvørvinum sum heild.
Hetta er fjórða ráðstevnan av sínum slag, ið Firum fyriskipar. Fyrrverandi ráðstevnur hava verið væleydnaðar og afturboðanir vóru um, at tørvur er á fleiri vísindaligum ráðstevnum í Føroyum, so granskarar kunnu hittast oftari, samstarva tvørtur um fakmørk og leggja fram nýggjastu granskingarúrslit.
Sí meira um ráðstevnuna, á heimasíðuni hjá Firum, trýst her
---------------------------------------------------------------------
Tilmelding til VTVA 2025
*. Ráðstevnuskráin verður kunngjørd seinni.
Íroknað er lættur morgunmatur, døgurði á middegi, ymiskt leskiligt, meðan ráðstevnan fer fram og okkurt lætt tá ráðstevnan er av.
- Rokning verður send til eina t-post addressu, ið tú upplýsir okkum á tilmeldingarsíðuni. 
- Freistin at melda seg til 'VTVA 2025' er mánadagin 27. oktober 2025. 
- Tilmeldingin fer fram á sergjørdari tilmeldingar heimasíðu. 
Kostnaður:
- Serprísur á 1,950,- kr. u/mvg til tey sum melda seg til ráðstevnuna áðrenn 10. oktober 2025 
- Eftir 11. oktober 2025 er kostnaðurin 2,550,- kr. u/mvg 
Lesandi:
Lesandi á hægri lærustovnum, luttaka ókeypis, tó er avmarkað nøgd.
Um tú ert lesandi á hægri lærustovni, má tín luttøka váttast av Firum.
Send t-post til michael@firum.fo og kanna tínar møguleikar.
Spurningar
Eru spurningar ella ivamál um evnið ella ráðstevnuna, vinarliga set teg í samband við Ólav í Geil, ráðstevnu samskipara, á tlf. 289796 ella á t-post olavurg@firum.fo
Verið vælkomin












