Virðisvøkstur í fiskivinnuni 2023 | Ráðstevna
hós. 08. jun.
|Hotel Føroyar
Ráðstevna um 'Virðisvøkstur í fiskivinnuni' verður í Tórshavn 08. juni 2023 Landsstýrið hevur sett sær fyri at tryggja størri virðisvøkstur í fiskivinnuni við at eggja vinnuni at nýskapa, virðisøkja og meirvirka tilfeingið úr botnfiskiskapinum í størri mun enn gjørt verður í dag. Verið vælkomin.


Tíð og staðseting
08. jun. 2023, 09:00 – 15:00
Hotel Føroyar, Oyggjarvegur 45, Tórshavn, Faroe Islands
Um tiltakið
Ráðstevna um virðisvøkstur í fiskivinnuni verður í Havn 08. juni 2023
Landsstýrið hevur sett sær fyri at tryggja størri virðisvøkstur í fiskivinnuni við at eggja vinnuni at nýskapa, virðisøkja og meirvirka tilfeingið. Sum liður í hesi tilgongd skipar Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið fyri ráðstevnu um virðisvøkstur í fiskivinnuni á Hotel Føroyum hin 08. juni 2023.
- Sí ráðstevnuskrá, trýst 'SKRÁ'
Gestarøðarar vera tveir granskarar, sum hava drúgvar royndir við virðisøking í fiskivinnuni:
Annar fyrilestrarhaldarin er Margareth Kjerstad úr Noregi, sum er granskingarleiðari á C Food Norway - ein fyritøka, ið framleiðir hágóðskuvørur burtur úr hjávørum, so sum høvd, bein og innvøli.
Hin er Sigurjón Arason úr Íslandi, yvirverkfrøðingur á Matís – eitt alment partafelag, sum m.a. hevur til endamáls at virka fyri nýskapan og virðisvøkstri í íslendskari matframleiðslu, og á hendan hátt styrkja kappingarførleikan hjá íslendskum útflytarum.
Eftir fyrilestrarnar frá gestarøðarunum verða framløgur frá umboðum úr føroysku fiskivinnuni, sum hava gjørt sær royndir innan økið. Hesar framløgur fara serliga at leggja dent á møguleikar, forðingar og hvat krevst fyri at menna hjávørur (høvd, innvøl o.a.) úr botnfiskiskapinum til hávirðisvørur, og at virðisøkja uppsjóvartilfeingið í størri mun enn gjørt verður í dag.
Skrá fyri dagin:
08.30 Móttøka
09.00 Stutt um dagin
09.10 Politiskar ætlanir og mál
Dennis Holm, landsstýrismaður
STØÐULÝSING ÚR GRANNALONDUM
09.25 Nýmenning og virðisvøkstur
Sæmundur Elíasson, Matís, Ísland
10.05 Vinnulig gagnnýtsla av nýggjum vørum, hjávørum og ikki-gagnnýttum tilfeingi
Margareth Kjerstad, C Food Norway AS, Norra
10.45 Steðgur
HJÁVØRUR TIL HÁVIRÐISVØRUR
11.05 Royndarframleiðsla. At góðska avlopsvøru úr fiski- og alivinnuni
Gunvør Balle, Atlantic Biotechnology PF, Oyri
11.25 Framleiðsla. At gagnnýta størri part av fiskinum
Eirikur á Húsamørk, Faroe Marine Products PF, Leirvík
VIRÐISVØKSTUR, AT VÍÐKA UM VØRUVALIÐ OG FÁA BETRI MARKNAÐ
11.45 Sjónarmið hjá føroyskum framleiðarum um virðisøking av uppsjóvartilfeinginum - Møguleikar, forðingar og loysnir.
Unn Laksá, Sjókovin
12.05 Marknaðarstøðan. Handilssáttmálar og marknaðaratgongd
Elisabeth F. Rasmussen, Uttanríkis- og vinnumálaráðið
12.25 Miðmáli
UMRØÐA OG ORÐASKIFTI
Luttakarar, ið løgdu fram, eru í pallborði og leggja fram sjónarmið og svara spurningum
13.25 At nýskapa, virðisøkja og meirvirka tilfeingið - partur 1.
Fiskiskapur og framleiðsla. Møguleikar og forðingar
14.05 At nýskapa, virðisøkja og meirvirka tilfeingið - partur 2.
Útflutningur. Marknaðarrøkt og menning. Møguleikar og forðingar
14.45 Leiðin áfram
Dennis Holm, landsstýrismaður
15.00 Endi á degnum
Kaffi og te, áðrenn farið verður heim
Eru spurningar viðvíkjandi luttøkuni, ber til at seta seg í samband við fyriskiparan av tiltakinum:
- Advent Management, Ólavur í Geil, á tlf. 28 97 96, ella á telduposti advent@advent.fo
Verið vælkomin 😊