top of page

Vitan til varandi aling - VTVA 2025

frí. 31. okt.

|

Tórshavn

Vísindaliga ráðstevnan 'Vitan til varandi aling - VTVA 2025' verður á Hotel Hilton Garden Inn í Tórshavn. Tað er Firum, sum skipar fyri tiltakinum, hvørs endamál er at viðgera og leggja fram nýggjastu gransking, sum hevur týdning fyri alivinnuna.

Registration closes 16. jul. 2025, 16:00

Vitan til varandi aling - VTVA 2025
Vitan til varandi aling - VTVA 2025

Tíð og stað

31. okt. 2025, 09:00 – 16:00

Tórshavn, 13 Staravegur, Tórshavn 100, Faroe Islands

Um ráðstevnuna

Vitan til varandi aling - VTVA 2025


Tað er Firum, sum skipar fyri tiltakinum, hvørs endamál er at viðgera og leggja fram nýggjastu gransking, sum hevur týdning fyri alivinnuna.

Ráðstevnan vendir sær serliga til granskarar og fakfólk úr vinnuni, frá almenna myndugleikanum og frá granskingarumhvørvinum sum heild.

Hetta er fjórða ráðstevnan av sínum slag, ið Firum fyriskipar. Fyrrverandi ráðstevnur hava verið væleydnaðar og afturboðanir vóru um, at tørvur er á fleiri vísindaligum ráðstevnum í Føroyum, so granskarar kunnu hittast oftari, samstarva tvørtur um fakmørk og leggja fram nýggjastu granskingarúrslit.


Sí meira um ráðstevnuna, á heimasíðuni hjá Firum, trýst her




Send abstrakt til VTVA 2025

Hevur tú áhugaverd granskingarúrslit, sum tú kundi hugsa tær at lagt fram á ráðstevnuni Vitan til varandi aling 2025, so er at senda okkum ein samandrátt av framløguni. 

Freistin at lata okkum abstrakt til VTVA 2025 er 29/9-2025.

Ráðstevnan verður á Hotel Hilton Garden Inn 31. oktober 2025.

Sí meira um ráðstevnuskránna niðanfyri.

Lat abstrakt inn her



Tilmelding til VTVA 2025

  • Rokning verður send til eina t-post addressu, ið tú upplýsir okkum á tilmeldingarsíðuni.

  • Freistin at melda seg til 'VTVA 2025' er mánadagin 27. oktober 2025.

  • Tilmeldingin fer fram á sergjørdari tilmeldingar heimasíðu (sí leinkju niðanfyri).


Lesandi:

Lesandi á hægri lærustovnum, luttaka ókeypis (tó er avmarkað nøgd).

Um tú ert lesandi á hægri lærustovni, má tín luttøka váttast av Firum.

Send t-post til michael@firum.fo og kanna tínar møguleikar.









Spurningar

Eru spurningar ella ivamál um evnið ella ráðstevnuna, vinarliga set teg í samband við Ólav í Geil, ráðstevnu samskipara, á tlf. 289796 ella á t-post olavurg@firum.fo



Verið vælkomin

Registration closes 16. jul. 2025, 16:00

Google Maps were blocked due to your Analytics and functional cookie settings.

Deil á sosialum miðlum

bottom of page