top of page

ley. 07. sep.

|

Tórshavn

Sponsorship seminar

Endamálið við seminarinum er at hjálpa og geva ítróttarfeløgum amboð og vónandi gera tað lættari at fáa til vega stuðlar til felagið. Kostnaðurin er 2495,- + mvg. Men verður meldað til nú og fram til og við 24. juni er kostnaðurin einans 1995,- + mvg. Døgurði er íroknaður.

Sponsorship seminar
Sponsorship seminar

Time & Location

07. sep. 2024, 09:00

Tórshavn, Tórshavn, Faroe Islands

About the event

Evnið sum ítøkiliga verða viðgjørd verða:

  • Hvussu tiltrekkja stuðlar
  • At “engasjera” stuðlar í ítróttar- og lokalsamfelagið
  • “Best practises” við umsóknum og ikki minst tá ið stuðlar játtað.

Eisini verða viðkomandi føroysk innsløg.

Skeiði verður hildið av Phil Clements og Gerald Diver úr Onglandi. Báðir hava umfatandi royndir við sponsorships í breiðari merking m.a. í Bretlandi, Skandinavia og í seinastuni í Ukraina.

Teir undirvísað á University of East London og  seminarið verður skipað sum interaktiv undirvísing.

Phil hevur umfatandi vitan og nógvar royndir við sponsorship, og hevur eitt nú ráðgivið Altjóða Olympisku Nevndini og FIFA umframt londum og stjórnum í samband við ítróttartiltøk.

Gerald Diver er knýttur at enska fótbóltsfelagum West Ham, har hann hevur royndir við at engagera stuðlar við eitt nú lokal samfelagið. Eisini hevur hann arbeitt við fleiri ítróttarkappingu, kring heimin.

Seminarið verður einans hildið um nøktandi undirtøka er fyri tí, og um so er, verður tað hildið leygardagin 7. september í ár.  Seminarið verður hildið á enskum.

Share this event

bottom of page