Sálarfrøðiligur Fakfestivalur 2025
frí. 03. okt.
|Hotel Føroyar
Kom á Sálarfrøðiliga Fakfestval ein inspirerandi uppliving fyri einstaklingar, sum vilja menna seg sjálvi og sína fakligu menning.


Tíð og stað
03. okt. 2025, 08:00 – 13:00 GMT+1
Hotel Føroyar, Oyggjarvegur 45, Tórshavn
Um ráðstevnuna
Sálarfrøðiligi Fakfestivalurin
Mong minnast og hava saknað Sálarfrøðiliga Fakfestivalin, sum var hildin frá 2013 til 2015. Áheitaninar hava verði fleiri og ofta hava fólk heitt á fyriskiparnar um at taka táttin upp aftur.
Felagði Føroyskir Sálarfrøðingar hava tí tikið stig til at endurreisa tann vælumtókta fakfestivalin, og dagfesting fyri festivalin er fríggjadagin 3. oktober og verður hann hildin á Hotel Føroyum.
Skráin verður sett saman í hesum døgum, og longu nú er greitt at fleiri av okkara fremstu sálarfrøðingum koma at leiða verkstovur innan teirra serøki. Vit kunnu nevna at higartil eru hesi nøvn á skránni:
· Helgi Rasmussen
· Kári Leivsson
· Marjun Nielsen
· Signhild Johannesen
· Gitte Klein
· Tóra Lützen
· Suni Poulsen
· Pætur Zachariassen
· Anna Debes Hentze
· Annika H. Davidsen
· Kristian Eli Andresen
· Bjørt Lind
· Katrin av Kák
· Birita L. Jóansdóttir
Felags fyri verkstovurnar er, at evnini ið viðgjørd verða, eru bæði lærulík og viðkomandi til dagsins samfelag.
Dagurin er ætlaður at verða ein inspirerandi uppliving fyri einstaklingar, sum vilja menna seg sjálvi og sína fakligu menning. Verkstovurnar eru tí fyri fakfólk innan undirvísing, heilsu og sosialt arbeiði. Leiðarar og starvsfólk við ábyrgd í almenna og privat geira
Kom tí á Sálarfrøðiliga Fakfestivalin og fá íblástur, vitan og amboð til at vaksa – bæði persónliga og í arbeiðslívinum!
Tilmelding letur upp mikudagin 20. august og tá verður nærri kunning eisini tøk um millum annað innihald og gestarøðara.
