FISKIVINNUROYNDIR 2025 - Framløgudagurin
frí. 21. mar.
|Tórshavn
Aftur í ár skipar Fiskimálaráðið fyri framløgudegnum. Á framløgudegnum leggja verkætlanumsitarar og -leiðarar fram og greiða frá, hvat er komið burturúr hesum verkætlanum. > Avmarkað pláss er til ráðstevnuna > Luttøkan er ókeypis


Tíð og stað
21. mar. 2025, 09:00 – 14:00 GMT
Tórshavn, 13 Staravegur, Tórshavn 100, Faroe Islands
Um ráðstevnuna
FISKIVINNUROYNDIR 2025 - Framløgudagurin
Sí ráðstevnu skránna niðanfyri
Framløgudagur um fiskivinnuroyndir 21. mars 2025
Aftur í ár verður skipað fyri framløgudegi um fiskivinnuroyndir, har greitt verður frá verkætlanum, og hvat er komið burturúr.
Framløgudagurin verður á Hotel Hilton, fríggjadagin 21. mars 2025, og byrjar kl. 09.00 við kaffi og onkrum undir tonnina.
Kl. 09.30 fer Jóhan Christiansen, landsstýrismaður, at bjóða vælkomin.
Síðani verður stutt greitt frá fiskivinnuroyndum, og restina av degnum vera styttri framløgur, sum hava sítt støði í verkætlanum, sum fiskivinnuroyndir hava stuðlað.
Á middegi er ábit við ymiskum fiskarættum.
Tiltakið er mest ætlað fólki við áhuga fyri økinum, íroknað fólk frá umsitingini og vinnunevnd Løgtingsins.
Tiltakið er ókeypis, men neyðugt er at melda til (ábit og kaffi), so vit frammanundan vita, hvussu nógv koma.
Plássið er avmarkað, í mesta lagi 100 fólk kunnu luttaka.
Boðast skal frá luttøku í seinasta lagi mikudagin 19. mars 2025 klokkan 16:00 við at trýsta á hetta leinkið:
FISKIVINNUROYNDIR 2025 - Framløgudagurin | Advent Management.
Her sæst eisini skráin fyri dagin.
Eru spurningar viðvíkjandi luttøkuni, ber til at seta seg í samband við fyriskiparan av tiltakinum:
- Advent Management, Ólavur í Geil, á tlf. 28 97 96, ella á telduposti advent@advent.fo
Við fyrivarni fyri onkrari broyting er hetta skráin
