top of page

Fiskivinnuroyndir 2023 - Framløgudagurin

frí. 24. feb.

|

Kongshøll

Aftur í ár skipar Fiskimálaráðið fyri framløgudegnum. Framløgudagurin er tó ikki fastalavintsmánadag sum vanligt, men er fluttur til fríggjadagin 24. februar 2023. Á framløgudegnum leggja verkætlanumsitarar og -leiðarar fram og greiða frá, hvat er komið burturúr.

Tilmelding til tiltakið er fullsett...
Ring 28 97 96 og frætt meira
Fiskivinnuroyndir 2023 - Framløgudagurin
Fiskivinnuroyndir 2023 - Framløgudagurin

Tíð og staðseting

24. feb. 2023, 09:00 – 14:50 GMT

Kongshøll, 100 Vestara Bryggja, Faroe Islands

Um tiltakið

Fiskivinnuroyndir 2023 - framløgudagur 24. februar í Kongshøll á Vestaru bryggju í Tórshavn.

Aftur í ár verður skipað fyri framløgudegi. Framløgudagurin er tó ikki fastalavintsmánadag sum vanligt, men er fluttur til fríggjadagin 24. februar 2023. Á framløgudegnum leggja verkætlanumsitarar og -leiðarar fram og greiða frá, hvat er komið burturúr.

Framløgudagurin byrjar kl. 9.00 við kaffi og onkrum undir tonnina. Byrjað verður stundisliga kl. 9.30.

Síðan verður greitt stutt frá fiskivinnuroyndum. Restina av fyrrapartinum og eisini seinnapartin verða styttri framløgur, sum hava sítt støði í verkætlanum, sum Fiskivinnuroyndir hava stuðlað.

Tiltakið er ókeypis, men neyðugt er at melda seg til (ábit og kaffi), so vit vita frammanundan, hvussu nógv luttaka.

- Neyðugt er at boða frá luttøku frammanundan og í seinasta lagi týsdagin 21. februar 2023, kl. 12.00.

Tiltakið er ikki beinleiðis alment, men mest ætlað fólki við áhuga fyri økinum íroknað umsiting og vinnunevnd løgtingsins. Plássið er avmarkað og í mesta lagi 150 kunnu luttaka.

Eru spurningar viðvíkjandi luttøkuni, ber til at seta seg í samband við fyriskiparan av tiltakinum:

- Advent Management, Ólavur í Geil, á tlf. 28 97 96, ella á telduposti advent@advent.fo

Verið vælkomin

Deil tiltak á sosialum miðlum

bottom of page