Fiskivinnuroyndir 2022 - Framløgudagurin
frí. 25. feb.
|Tórshavn
Aftur í ár verður skipað fyri framløgudegi. Framløgudagurin er tó ikki fastalavintsmánadag sum vanligt, men er fluttur til fríggjadagin 25. februar. Á framløgudegnum leggja verkætlanumsitarar og -leiðarar fram og greiða frá, hvat er komið burturúr.
Tíð og staðseting
25. feb. 2022, 09:00 – 16:00
Tórshavn, 100 Vestara Bryggja, Faroe Islands
Um tiltakið
Fiskivinnuroyndir 2022 - framløgudagur hin 25. februar í Kongshøll á Vestaru bryggju í Tórshavn.
Aftur í ár verður skipað fyri framløgudegi. Framløgudagurin er tó ikki fastalavintsmánadag sum vanligt, men er fluttur til fríggjadagin 25. februar. Á framløgudegnum leggja verkætlanumsitarar og -leiðarar fram og greiða frá, hvat er komið burturúr.
Framløgudagurin byrjar kl. 9.00 við kaffi og onkrum undir tonnina. Byrjað verður stundisliga kl. 9.30 tá landstýrismaðurin Árni Skaale bíður vælkomin.
Síðan verður greitt stutt frá fiskivinnuroyndum. Restina av fyrrapartinum og eisini seinnapartin verða styttri framløgur, sum hava sítt støði í verkætlanum sum fiskivinnuroyndir hava stuðlað.
Á middegi er døgurði har ymiskir fiskarættir verða at fáa.
Tiltakið er ókeypis, men neyðugt er at melda seg til (ábit og kaffi), so vit vita frammanundan, hvussu nógv luttaka.
Neyðugt er at boða frá luttøku frammanundan og í seinasta lagi týsdagin 22. feb. 2022 (kl. 12).
Tiltakið er ikki beinleiðis alment, men mest ætlað fólki við áhuga fyri økinum íroknað umsiting og vinnunevnd løgtingsins.
Plássið er avmarkað og í mesta lagi 100 kunnu luttaka.
Við fyrivarni fyri onkrari broyting, er hetta skráin:
9.00 Kaffi við onkrum søtum
9.30 Árni Skaale landsstýrismaður bjóðar vælkomin
9.45 Samskiparin, Símun Grønadal greiðir stutt frá Fiskivinnuroyndum
9.50 Kanning av reyðæti, sum rennur úr Bankarennuni um veturin
10.05 Menning av reiðskapi og tøkni til vinnuligan fiskiskap eftir reyðæti í Bankarennuni
10.20 Royndarfiskiskapur eftir jomfrúhummara og tralsræss
10.35 Kaffi
10.55 Hvussu nógv verður fiskað av goggu undir Føroyum
11.10 Frystiturking av fiskavørum
11.25 Árinskanning av fiskiskapi á hótt fuglasløg
11.40 Nýggj flakamaskina, betrað úrtøka
--- 12.00 Ábit ---
13.00 Stovnan av felagsskapi at taka sær av burðardygd í føroyskari fiskivinnu
13.15 Framleiðsla av uppsjóarfiski. Avbjóðingar og møguleikar fyri meirvirking
13.30 Søla av royktum uppsjóarfiski
13.45 Leikluturin hjá djóraæti í atferð hjá norðhavssild
14.00 Taskukrabbi við Føroyar
14.15 Application of environmental DNA monitoring for important demersal fish in Faroese waters
14.30 Royndir við skiljirist í fiskiskapi eftir upsa / botnfiski.
Eru spurningar viðvíkjandi luttøkuni, ber til at seta seg í samband við fyriskiparan av tiltakinum:
- Advent Management, Ólavur í Geil, á tlf. 28 97 96